Betri samstarv millum USA og Kina

Á tíðindafundi í Washington í dag ásannaði kinesiski forsetin, Hu Jintao, at Kina stendur fyri stórum búskaparligum og sosialum avbjóðingum, og at landið má styrkja mannarættindini.

Hu Jintao, sum er á almennari vitjan í USA, helt tíðindafund saman við verti sínum, Barack Obama, sum tók spurningin um mannarættindini upp.

Teir báðir forsetarnir vóru á einum máli um, at størri búskaparligt samstarv millum USA og Kina er til gagns fyri altjóða samfelagið, men Obama gjørdi vart við, at Kina noyðist at gera ymsar broytingar so sum at hækka virðið á landsins gjaldoyra.

Sum væntað komu Barack Obama og Hu Jintao inn á Norðurkorea. Teir vóru samdir um, at Norðurkorea skal gevast við sínari øsandi framferð ímóti sínum grannum og umheiminum.