Betri um Norrøna fór

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelagið, Jan Højgaard, hevði ikki verið keddur um Smyril Line fór av knóranum. – Skipið er als ikki hóskandi at sigla um okkara leiðir. Tað hevði verið betri fyri limirnar hjá okkum, um skipið fór av knóranum, og fólkini fóru við øðrum reiðaríið, sigur Jan Højgaard

Áðrenn løgtingið samtykti at seta partapening í Smyril Line, kom eitt mótmælisskriv frá ymiskum fakfeløgum. Eitt av hesum var Føroya Fiskimannafelag, sum hevur umleið 100 limir tengdar at Smyril Line.

- Eg meti ikki, at skipið er egna at sigla um okkara leiðir, tað hevði rigga best í Miðalhavinum. Við hasum skipinum er Smyril Line eitt falittfyritakandi. Tað hevur eisini verið ein trupulleiki, at fólkið ikki følir seg virt umborð. Tí valdu vit at skriva undir skrivið, sigur Jan Højgaard. Hann leggur afturat, at fólk verða á onkran hátt trýst í land, tí Smyril Line uppfinnur nýggj heiti og størv, har fólk ikki longur trívast í starvinum hjá sær.

- Tað virkar sum, at mann roynir at trýsta føroyingarnar í land, og vit kunnu ikki tulka tað øðrvísi enn, at har hevur verið ein duld dagsskrá, sum gongur út uppá at geva fólkinum minni løn og harðari arbeiði. Tí hevði tað helst verið betri um Norrøna fór, so kundi eitt annað reiðarí, við einum betri skipið kunna givið manningini betri kor, greiðir hann frá, og leggur afturat, at fólkini umborð, helst ikki høvdu mist nakað av inntøkum, um skipið fór á heysin, tí tey høvdu fingið løn í nakrar mánaðir og síðani komið í eitt betri starv aðrastaðni.


Annað skip hevði komið

Jan Højgaard er ein av teimum, ið metir, at nýtt reiðarí hevði komið at røkja ferðafólkasigling, um Smyril Line fór av knóranum.

- Eg hevði onki samvitskubit fingið, um fólkini vóru koyrd í land, tí eg eri fullvísur í, at annað reiðarí hevði komi, har somu fólkini kundu fingið starv. So eg meti ikki, at limirnir hjá okkum høvdu mist nakað sum helst og høvdu eisini fingið tað betri í longdini, fortelur formaðurin í fiskimannafelagnum.

Hinvegin dugir hann eisini at síggja nakrar fyrimunir við, at tað almenna er meira við í Smyril Line.

- Eg rokni ikki við, at tað almenna fer at ganga við til summi ting umborð, og eg rokni eisini við, at umboð fyri manningarfeløgini verður við, tá teir fara at umskipa felagið. So tað kann vera, at fólkini fáa tað betri, sigur Jan Højgaard.


Leiðslan hevur roynt

- Stóri trupulleikin hjá okkum hava verið millumleiðararnir, og vit hava tosað við leiðsluna í Smyril Line um støðuna. Áðrenn Andras Róin fór, royndu vit eisini at finna útav nøkrum tingum, og tað hjálpti. Men tað eru nógvir av limum okkara, ið detta niðurímillum, so tað er ikki gott fyri okkum at hava fólk í eini fyritøku, har etikkurin ikki er í ordan, greiðir formaðurin frá.


Vísa strategi

Jan Højgaard metir seg ikki hava forbrotið seg móti limum sínum, við at skriva undir mótmælisskrivið saman við øðrum fakfeløgum.

- Onkuntíð má mann vera eitt sindur diplomatiskur og vísa strategi. Okkara fremsta uppgáva er sjálvandi at tryggja limir okkara sum best, men mann skal vísa eitt sindur av strategi, og eg meti ikki, at fólkini høvdu mist nakað, um tey vóru koyrd í land, sigur formaðurin í Føroyar Fiskimannafelag.

Fiskimannafelagslimirnir umborð á Norrønu eru í høvuðsheitum polakkar, danir, sviar og føroyingar.