Nú fær eisini Havnin sítt íverksetarahús, tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt á fundi í gjárkvøldið.
Tað er nýskapanarhúsið, sum hevur fingið navnið, Hugskotið, ið skal stuðla uppundir nýggjum vinnum í høvuðsstaðnum
Upprunaliga var ætlanin at húsið skuldi vera í Kongagøtu í Havn, men tey húsini eru í ov ringum standi.
Tá ið nýggja vinnuhúsið á gomlu saltsøluni á Vestaru Bryggju er liðugt, skal Hugskotið flyta hagar, men fyri at fáa gongd á sum skjótast, er ætlanin at byrja virksemið í einum húsum, kommunan eigur í M. A. Whintersgøtu, har barna- og ungdómsdeildin nú húsast.
Á myndini sæst, hvusssu nýggja Vinnuhúsið ætlandi fer at síggja út.
Húsið skal verða nýtímans og eggjandi til og hava hentleikar, tíðarrit o.s.fr., so at uppfinnarar, sniðgevarar, rithøvundar, app-mennarar, og onnur, trívast.
Nú skal so ein leiðari setast fyri Hugskotið sum í fyrstu syftu fær eina royndartíð á tvey ár.
- Uppgávan verður at skipað fyri samstarv við vinnulív og útbúgvingarstovnar í kommununi um nýskapanarvirksemi, sigur býráðið.
Samstundis hevur býráðið samtykt at játta tvær milliónir til endamálið.