Í Danmark samstarvar felagsskapurin fyri alternativari orku Better Place við kommunur, stovnar og feløg um uppbygging av infrastrukturinum, soleiðis at samfelagið kann laga seg til at taka ímóti elbilunum, tá teir koma. Talan er um bæði løðistøðir til battaríini og battarískiftistøðir.
Helene Lund Juul frá Better Place roknar við at um 10 ár verður fjórði hvør bilur í Danmark ein elbilur.
Better Place er ein amerikonsk fyritøka við høvuðssæti í Kalifornia, sum hevur til endamál at
minka um globalu brúki av olju og at innføra ein infrastruktur við elbilum.