Betur nøgd í stórum skúlum

Næmingarnir í størru skúlunum eru nøgdari við skúlaviðurskiftini enn næmingarnir í smærru skúlunum. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd um næmingar, sum ganga í 8. og 9. flokki.

Tað veit heimasíðan hjá Lærarafelagnum at siga.

Allir næmingar í 8. og 9. flokki í fólkaskúlanum hava svarað útvið 200 spurningum um undirvísingarhættir, hugburð til og nøgdsemi við skúlagongdina. Sum heild eru næmingarnir væl nøgdir og taka skúlan í álvara.

Kanningin vísir, at næmingarnir í stóran mun halda, at týdningarmestu fakini eru tey, sum tey hava havt flestu tímar í. Náttúruvísindalig fak, so sum støddfrøði, lívfrøði, landafrøði og alis­/evnafrøði, verða tó mett at vera týdningarmiklari enn skapandi lærugreinar, so sum myndlist, leiklist, handarbeiði og smíð. Sostatt leggja næmingarnir størst áherðslu á tey fak, sum tey kenna best, og tey fak, sum eru partur av PISA­kanningini og í landsroyndunum.

Viðgerðin av svarunum vísir, at tað er samband millum tað at dáma at læra, og at halda at tað er stuttligt at ganga í skúla. Hetta samband var væntað, men tað sum kanska er eitt sindur óvæntað er, at tað er so stórur munur á svarunum frá næmingunum, sum ganga á størri skúlum, t.v.s. við fleiri enn 350 næmingum, og so teimum smærru skúlunum.

At størru næmingarnir trívast betri í størru skúlunum er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, og aðrastaðni hava tey funnið fram til, at frágreiðingin til henda mun er ikki, at lærararnir á smærru skúlunum ikki duga líka væl sum lærararnir á størru skúlunum, men at teir eru færri. Tí er størri møguleiki fyri at fleiri teirra undirvísa í evnum og fakum, sum teir ikki eru útbúnir í ella hava serligan áhuga fyri, og hesin vantandi áhugi kann ávirka hugburðin hjá børnunum. Í størru skúlunum er talið av lærarum størri, og tí ber betur til at leggja tímarnar soleiðis til rættis, at tey í størri mun undirvísa í tí sum tey duga best, og hava størst áhuga fyri. Eisini hava tey funnið aðrastaðni, at lærararnir støðast verri á smáu skúlunum, sum harvið hava ein størri part av óroyndum lærarum. Um hetta eisini er støðan í Føroyum er ikki kannað.

Tað er tó ikki altíð at stóru skúlarnir eru betri. Handaligu fakini tykjast verða mett bæði týdningarmeiri og stuttligari á smærru skúlunum, og samstundis eru næmingarnir nøgdari við serstovurnar á smærru skúlunum. Hetta er eisini í góðum samsvari við tað, sum Anne Bamford legði fram á evnisdegi í Norðurlandahúsinum í januar, har hon legði dent á, at handaligu og skapandi fakini høvdu tað betri í smærru skúlunum, og at hesir skúlarnir eisini dugdu nógv betri at brúka kreativar loysnir fyri at fáa tað at bera til at hava fleiri skapandi lærugreinar í senn, hóast sera trongar umstøður.

Vert er at hava í huga, at talan er um hagtøl, og tí ber ikki einvíst til at siga, at allir smáir skúlar eru verri enn størru skúlarnir. Tvørturímóti, so eru eisini onkrir smáir skúlar, sum hava næmingar sum dáma sera væl.