Betur umtóktar enn menninir

Kanska skuldu Michelle Obama og Ann Romney stillað upp til amerikanska forsetavalið. Í hvussu er eru eru tær betur umtókar enn menninir.

Ein meiningakanning, sum blaðið Washington Post og sjónvarpið ABC hava gjørt, vísir, at 69 prosent av amerikanarunum eru nøgdir við Michelle Obama. Tá fólk fingu sama spurning um mann hennara, Barack Obama, svaraðu 56 prosent jaliga.

Hjá hinum partinum er støðan tann sama. 52 prosent av amerikanarunum siga seg vera nøgdar við Ann Romney. Tað siga 45 prosent um mannin, Mitt Romney.

Eygleiðarar vísa á, at hóast tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at tað stendur at kalla á jøvnum millum Barack Obama og Mitt Romney, ella at Romney er frammanfyri, so vísir kanningin hjá Washington Post og ABC, at amerikanarunum dámar betur Obama enn Romney.