Bíblian 75 ár – søgan handan verkið

Umframt fyrilesturin um Victor Danielsen, sum verður á Bókasavninum í Fuglafirði seinnapartin sunnudagin, er her eisini forvitnislig framsýning, sum í orðum og myndum lýsir lív og arbeiði Victors.

Á mentanardøgunum í Fuglafirði hesa vikuna er serliga nógv á skránni nú um vikuskiftið, 6. - 8. september.

 

Her eru alskyns tiltøk, sum lesast kann um í fjølbroyttu skránni, sum sæst á Facebook-vanganum Mentanardagar í Fuglafirði og um heimasíðuna hjá kommununi - www.fuglafjordur.fo

 

Í sambandi við, at 75 ár eru liðin, síðani Bíblian á fyrsta sinni kom út á føroyskum, hin 19. mars 1949, verður áhugaverdur fyrilestur á Bókasavninum í Fuglafirði.

 

Sunnudagin 8. september klokkan 16 fer Jógvan á Lakjuni at hava áhugaverda framløgu um Victor Danielsen og serliga um arbeiði hansara við at týða Bíbliuna til føroyskt.

 

##med2##

 

Jógvan á Lakjuni, sum er kendur úr politiska lívinum í Føroyum, bæði sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgtingsformaður, er abbasonur Victor Danielsen.

 

Á Bókasavninum er eisini framsýning, sum í orðum og myndum lýsir lív og arbeiði Victors, bæði sum rithøvund, týðara, yrkjara og trúboðara.

 

- Eisini eru bíbliuhandrit, skrivimaskina og ymiskt annað áhugavert at síggja á framsýningini, verður sagt úr Fuglafirði.

 

##med3##