George Sochos, sum hevur leiðsluleiklut hjá UBS at samskipa samstarv í norðurlendska og baltiska økinum, hevur játtað at koma longu mánadagin, 15. juni, at kunna seg um arbeiði og umstøður okkara. Í hesum sambandi vitjar hann ymsa staðni og hittir Stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum mánadagin.
Týsdagin skipar Starvsnevndin fyri evnisdegi um Talgildar bíbliuloysnir, har George leggur fram um arbeiðið í UBS, og KT-toymið hjá Føroyska Bíbliufelagnum kunnar um okkara arbeiði.
Mikukvøldið eru allir stýrislimir bodnir til Kirkjubøar kl. 18, har vit saman við øllum aðalskrivarum og ferðaleiðara byrja løtuna í Kirkjubøar kirkju, hyggja at múrinum og kl. 19 eta eina felags máltíð á garðinum í Kirkjubø.
Hósdagin gongur leiðin til Solo Deo Gloria í Klaksvík. Har verða frágreiðingar frá øllum londunum og evnið fyri dagin er Bíbliuáhugi – royndir og uppskot at menna Bíbliuáhuga við bókaútgávum og talgildum loysnum.
Síðan gongur leiðin til Viðareiðis. Fyrst vitja vit í Viðareiðis kirkju, har Jóannes Purkhús, Sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi og Doktorantur í Nýggja Testamenti við Universität Münster, fer at greiða frá um Paulus ápostul og týðingar. Eftir ein stuttan steðg gongur leiðin til kirkjuna í Hvannasundi, har vit fáa eina máltíð í Kirkjuhúsinum.
Gestirnir fara av aftur landinum fríggjadagin.











