Fípan vann dagsins tryggasta sigur

5-mannafør kvinnur: Aftur í dag var Tjaldrið næstfremst, og Sílið endaði á triðja plássi

Á norðoyastevnu vann Fípan Fagra sera tryggan sigur í hesi kappingini. Tá var Tjaldrið næstfremst, og tað vóru væl meiri enn sjey sekund frá fremsta bátinum og aftur til tann næsta, og so vóru tað meiri enn fimm sekund aftur til Sílið.

 

Í dag var munurin millum Fípuna Føgru og Tjaldrið mest sum tann sami, sum hann var fyri tveimum vikum síðani. Fípan Fagra var tað mesta av trimum bátslongdum undan Tjaldrinum.

 

Broytingin í dag sammett við fyri tveimum vikum síðani var tann, at fjarstøðan frá Tjaldrinum og aftur til Sílið var væl minni í dag, enn hon var á norðoyastevnu. Í dag vóru tað minni enn tvey sekund frá Sílinum og fram til Tjaldrið.

 

 

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:25.18+00.007 
2 Tjaldrið (NSÍ)05:32.30+07.246 
3 Sílið (HR)05:34.16+08.965 
4 Teistin (AR)05:40.08+14.804 
5 Leikalind (TIND)05:40.29+15.223 
6 Falkur (HVR)06:00.14+34.922
1 Fípan Fagra (KRF)214 
2 Tjaldrið (NSÍ)212 
3 Sílið (HR)210 
4 Teistin (AR)28 
5 Leikalind (TIND)26 
6 Falkur (HVR)12

 

rsf.fo