Aftur í dag var vinnarin úr høvuðsstaðnum, men tað var broyting í oddinum.
Tað var nýggjur vinnari, tá ið 10-mannaførini róðu kapp á Skálafjørðinum í dag. Í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani var tað Havnarbáturin, sum í harðari kapping vann á Orminum Langa, meðan Klaksvíkingur var aftast.
Í dag var Klaksvíkingur aftur aftast, meðan høvuðsstaðarbátarnir býttu um pláss. Meðan Klaksvíkingur og Ormurin Langa lógu stavn um stavn í startinum, so smokkaði Havnarbáturin eitt sindur.
Ormurin Langi helt stásið við líka og vann seg meiri enn eina hálva bátslongd framum Havnarbátin. Klaksvíkingur var eina løtu frammanfyri Havnarbátin, sum so svaraði aftur og tók Klaksvíking og setti eftir Orminum Langa.
Og í endaspurtinum gekk tað framúr væl hjá Havnarbátinum, sum stútt og støðugt tók seg fram. Hetta var heilt øðrvísi, enn tað var í Klaksvík, tá ið tað var Ormurin Langi, sum við rimmar endaspurti var um reppið at taka Havnarbátin.
Tá ið tveir teir fremstu fóru um málið, var tað bara 00.48 sekund frá Havnarbátinum og fram til Ormin Langa, og so var Klaksvíkingur 01.90 sekund ella eina stóra hálva bátslongd aftanfyri vinnarabátin.
| 1 | Ormurin Langi (RK) | 04:32.37 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Havnarbáturin (HR) | 04:33.11 | +00.48 | 6 | ||
| 3 | Klaksvíkingur (KRF) | 04:34.32 | +01.90 | 5 |
| 1 | Havnarbáturin (HR) | 2 | 13 | ||
| 2 | Ormurin Langi (RK) | 2 | 13 | ||
| 3 | Klaksvíkingur (KRF) | 2 | 10 |
rsf.fo











