Roknað hevur verið við tí leingi, men í dag er tað so alment. Joe Biden fer at royna at gerast forseta í fýra ár afturat.
Hesum boðaði hann frá í eini kampanjuvideo í dag.
Biden er higartil tann sjeyndi, sum formliga hevur boðað frá, at hann vil veljast sum forseti á valinum í 2024.
Her eru hini seks:
* Donald Trump, Republikanarnir: Tann 76 ára gamli fyrrverandi forsetin fer eftir einum nýggjum skeið eftir valósigurin í 2020.
* Nikki Haley, Republikanarnir. 51 ára gamla Nikki Haley er fyrrverandi guvernøru rí statinum South Carolina (2011 til 2017). Frá januar í 2017 til desember í 2018 var hon sendikvinna fyri USA í ST.
* Vivek Ramaswamy, Republikanarnir. 37 ára gamli Ramaswamy er íverkseti og fleirmillióningur eftir at hava gjørt íløgur í biotekbransjuna. Hann er sjálvútnevndur »anti-woke-ideologur«.
* Asa Hutchinson, Republikanarnir. 72 ára gamli Hutchinson var frá 2015 til januar í ár guvernørur í statinum Arkansas. Hann hevur áður gjørt seg merktan við at vera ein av teimum fáu í Republikanska flokkinum, sum hevur verið atfinningarsamur ímóti Donald Trump.
* Marianne Williamson, Demokratarnir: 70 ára gamla Williamson stilla eisini upp við seinasta forsetaval, men gavst í valdystinum í januar í 2020. Hon hevur áður verið »spirituellur vegleiðari« fyri Oprah Winfrey.
* Robert F. Kennedy Jr., Demokratarnir. Hann er bróðirsonur John F. Kennedy. Hann er kendur fyri mótstøðu sína ímóti koppingarevni, millum annað til børn og ímóti koronuvirusi.
Keldur: Reuters, New York Times.
/ritzau/