Amerikanski demokratiski forsetin Joe Biden finst at fyrrverandi republikanska forsetanum Donald Trump fyri ikki at gera nóg mikið at steðga álopinum á Kongressina 6. januar í 2021.
Trump hevði ikki neyðuga dirvið, sigur Joe Biden sambært tíðindastovuni Reuters.
– Løgreglan var hetjan handan dagin. Donald Trump hevði ikki dirvið til at handla, sigur Joe Biden.
– Djørvu kvinnurnar og menninir í bláum kring landið mugu ikki gloyma tað. T'ú kanst ikki bæði stuðla uppreistri og løgreglufólk, sigur hann. Tú kanst ikki bæði vera fyri uppreistri og fólkaræði. Tú kanst ikki bæði vera fyri upprestri, sigur forsetin.
Samstundis finst forsetin at fleiri øðrum republikanskum valevnum til valið í 2024.
Úttalilsið kemur í sambandi við eina ráðstevnu fyri løgreglufólk við afroamerikonskum uppruna.
Minst fimm fólk doyðu í sambandi við álopið á Kongressina, og fleiri enn 140 løgreglufólk fingu skaða.
/ritzau/