Biden vann á Hawaii

Fyrrverandi varaforsetin Joe Biden vann undanvalið hjá Demokratunum á Hawaii.

Tað upplýsti Demokratiski flokkurin í gjárkvøldið, skrivar CNN.

Biden er einasta valevni, sum er eftir í stríðnum at gerast valevni hjá Demokratiska flokkinum, sum skal taka dystin upp við Donald Trump í november.

Bernie Sanders, sum hevur givið skarvin yvir, er tó enn á atkvøðuseðlinum á undanvalinum. Tað er fyri at vinna valfólk í vón um at fáa ávirkan á politikkin hjá flokkinum.

/ritzau/