Biden velur fyrrverandi mótstøðumann til flutningsráðharra

Við valinum av Pete Buttigieg sum flutningsráðharra kann USA fáa sín fyrsta ráðharra, sum er opin um at vera samkyndur

 

Komandi forsetin í USA, Joe Biden, hevur peikað á Pete Buttigieg, sum var mótstøðumaður hansara undir demokratiska undanvalinum fyrr í ár, sum flutningsmálaráðharra.

Tað upplýsti skiftisliðið jjá Biden í eini fráboðan í nátt okkara tíð.

38 ára gamli fyrrverandi borgarstjórin í South Bend í Indiana hevur ongantíð áður sitið í einum samveldis embæti.

Um hann verður góðkendur í Senatinum sum ráðharri, verður hann hin fyrsti opni LGBT persónurin í einum ráðharrasessi í USA.

Í mars gavst Buttigieg í royndum sínum at gerast forsetavalevni fyri Demokratiska flokkin og gav í staðin Biden sín stuðul.

Fyrr í gjár søgdu keldur, at Biden fór at velja kongresslimin Deb Haaland sum komandi innanríksráðfrú. Tað er tó ikki váttað.

Um Haaland verður ráðfrúa, verður hon tann fyrsta av slagnum, sum hoyrir til upprunafólkið í Norðuramerika.

Hon hevur áður sagt, at hon vil brúka samveldis landaøki til grøna orkuframleiðslu, og at hon fer at broyta nógv av tiltøkunum hjá sitandi forseta Donald Trump fyri at styrka lívrunnin brennievni.

Eisini sessurin sum orkumálaráðharri er um at vera upp á pláss. Í øllum førum søgdu keldur við innliti í avgerðirnar í dag, at Biden fer at velja fyrrverandi guvernørin í Michigan, Jennirfer Granholm, sum orkumálaráðfrú.

61 ára gamla Granholm var fyrsti kvinnuligu guvernørur í Michigan og sat í tvey valskeið frá 2003 til 2011.

Í 2009 samstarvaði hon við Biden, sum tá var varaforseti undir Barack Obama foresta, um eina bjargingarætlan fyri bioframleiðararnar General Motors og Chrysler.

Evnini hjá Biden til sessirnar skulu góðkennast við atkvøðugreiðslu í Senatinum, áðrenn tey kunnu taka við.

Hann ehvur frammanundan sagt, at hann ætlar at seta saman eina stjórn, sum endurspeglar fjølbroytni í amerikanska samfelagnum.

Komandi forsetin var í gjár í Georgia fyri at føra valstríð. Har skal annað valumfar vera 5. januar. Tá skal gerast av, hvør vinnur meirilutaní Senatinum í Washington D. C.

/ritzau/Reuters