Biðja Karsten Hansen steðga ætlanini

Góði Karsten Hansen.

 

Undirritaðu 18 læknar eru øll uttanlands í samband við serlæknaútbúgving ella í starvi sum serlæknar. Fleiri av okkum, sum eru undir útbúgving, ætla okkum antin heim aftur tá serlækna útbúgvingin er lokin, ella at hava tætt fakligt tilknýti til føroyska heilsuverki.

 

Vit vilja hervið gera vart við okkara stóru ónøgd um ætlanina hjá heilsumálaráðharranum at stovna eina dialysudeild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi .  Við hesum brævi  heita vit á tygum, um at sleppa hesi ætlan, sum vit ikki halda vera til fyrimuns fyri føroyska sjúklingin ella føroyska heilsuverkið.

 

Málið um dialysuna er sera lítið lýst í almennu miðlunum, og tí kenna vit lítið til  argumentini hjá heilsumálaráðharranum fyri hesi avgerð. Sum skilst er høvuðsargumenti at stovna dialysudeild á KS, at stytta um transporttíðina hjá dialysusjúklingum, sum búgva norðanfyri. Ein grundgeving sum púra dettur burtur tá Eysturoyartunnilin kemur um fá ár.  Okkum kunnugt hevur heilsumálaráðharrin havt fund við serlækna og sjúkrasystrar sum vara av dialysuni í Føroyum, men hevur ikki tikið teirra viðmæli til eftirtektar.  Vit meta at fakliga góðskan og fakligi tryggleikin kemur fram um alt.

 

 

Í  høvuðsheitum hava vit hesar viðmerkingar:

 

 

1.    Vit halda tað vera ein vansa at spjaða dialysuna og fakkunnleikan út á fleiri matriklar, og harvið hava dupultfunktión av einum kompliceraðum medisinskum øki í einum frammanundan sera lítum heilsuverki.

Víst verður hervið til tilmælini frá donsku heilsumyndugleikunum til dialysudeildir, Sundhedsstyrlsens Rapport om nefrologi.

 

a.    Í 2015 vera væntandi 3000 dialysusjúklingar í DK,  hetta svarar á leið til 25-30 sjúklingar í Føroyum. Í DK eru 23 dialysudeildir við í miðal 100 sjúklingum knýttari at hvørji deild.

b.    Dialysa krevur sjúkrasystrar við serútbúgving í dialysu og nýrasjúkum. Ein  tílík serútbúgving varir umleið 25-30 mánaðir

c.     Nýralækni skal vera tilknýttur at deildini og ganga stovugongd  2 ferðir um vikuna.

d.    Dialysusjúklingar eru ein sera tungur sjúklingabólkur, teir fàa hjáárin av dialysuni ella gerast sjúkir av øðrum orsøkum. Tí er av alstórum týdningi af hava tætt samstarv við læknar viðøðrum segreinum, t.d, hjarta-, skurð- og røntgenlæknar.

e.    Hæmodialysa krevur høli við serligari vatnskipan til framleiðslu av dialysuvætuni og serligt frárensl til dialysuvætuna, sum er kemiskt burturkast. Harafturat krevst eisini servitan innan viðlíkahald av dialysumaskinum, serligar dialysustólar og ymsar smálutir sum slangur, filtur v.m. Samanumtikið er dialysa ein trupul og dýr viðgerð, ið krevur servitan, nógva útgerð og heilt serligar og tryggar umstøður.

 

Sostatt tá talan er um dialysuviðgerð eru fleiri viðurskifti sum gera seg galdandi, sum tala beinleiðis tala ímóti at gera fleiri dialysudeildir í Føroyum.

 

2.    Vansin við at vera lækni í Føroyum er, at fjarstøðan og lága fólkatalið, gera tað torført at halda sínar læknaligu førleikar á einum nøktandi altjóða støði. Um serviðgerðir spjaðast út á fleiri matriklar, verður henda avbjóðingin enn størri, og tað verður enn verri at tryggja føroyingum viðgerð á sama støði sum í t. d. okkara grannalondum. 

 

3.    Í hesum tíðarskeiðið har bæði Almanna­ – og Heilsuverkið skulu spara stórar upphæddir,  loyva vit okkum  stórliga at ivast í, um henda ætlan fíggjarliga er ein góð loysn fyri føroyska heilsuverkið. 

 

 

Samanumtikið halda vit, at allar avgerðir um serviðgerðir skulu hvíla á einum hollum fakligum grundarlagi og eini langtíðarætlan fyri heilsuverkið sum er væl gjøgnumhugsað. Tað síggja vit ikki í nevndu ætlan fyri dialysuviðgerð í Føroyum.

 

Vera broytingar av hesum slag settar í verk, er ikki óhugsandi, at serlæknar setast aftur og vera verandi uttanlands, vegna hesar fakligu ónøktandi arbeiðsumstøður.

 

Vit vóna at heilsumálaráðharrin gjølla endurskoðar ætlanina, og lurtar eftir  serkønum á økinum, áðrenn endalig avgerð verður tikin.

 

 

Vinarliga

 

Marita av Steinum, Herborg Johannesen, Regin Lamhauge, Bjarni Wardum, Ann Danielsen, Jann Mortensen, Absalon Eysturoy, Guðný B Akralíð, Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus, Jógvan Øregaard, Martha Haahr, Tordis Kristiansdóttir, Randi Maria Simonsen, Diana Reynstind, Magda Lambaa Altinok, Heidi Madsen, Súsanna Reinert Petersen & Katrin Olsen