Biðja løgtingið loyva samkyndum at giftast

Amnesty International heitir nú á Løgtingið um at broyta hjúnabandslógina

- Vilja vit tryggja full javnrættindi, er tað sjálvsagt at broyta hjúnabandslógina.

 

Tað sigur Amnesty International. Og nú heitir felagsskapurin alment á Føroya Løgting um at broyta hjúnabandslógin, so at hon eisini fevnir um hjúnaband millum tvey av sama kyni.

 

- Hesum arbeiðir Amnesty fyri um allan heim og hetta er í samsvari við altjóða mannarættindi. Og hetta tekur ikki frælsið ella rættindi frá nøkrum, sigur Amnesty. 

 

Amnesty vísir á, at vit hava samtykt, og staðfest, at samkynd hava sama virði sum øll onnur í samfelagnum.

 

- Vit hava eisini viðurkent, at fólk eiga ikki at vera fyri mismuni vegna kynsliga samleika. Og hyggja vit út gjøgnum vindeygað, kunnu vit staðfesta, at samkynt parlag er ein partur av veruleikanum í okkara samfelag í dag.

 

- Hetta eiga lógir okkara at endurspegla, tí lógir okkara skulu verja okkum øll, sigur Amnesty.

 

Eitt av aðalmálunum hjá Amnesty International er at stríðast ímóti mismuni. Og tí nýtir felagsskapurin høvi at minna á, at eftir ST sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi, hava Føroyar bundið seg til at halda grein 26 í sáttmálanum um, at “Øll eru jøvn fyri lógunum og hava rætt til somu lógarvernd, uttan at nakar mismunur verður gjørdur.

Lógin skal tí banna øllum mismuni og tryggja øllum javna og munagóða vernd fyri mismuni av øllum slagi, so sum ættarslag, uppruna, ognir, burð ella aðra støðu.” 

 

- Somu rættindi eru ásett í Evropeiska Mannarættindasáttmálanum, sum Føroya Løgting eisini hevur bundið seg til, leggur Amnesty International afturat.

 

- Allar familjur skulu hava somu lógarverju fyri at vísa, at vit ikki bara rúma okkara ymiskleikum, men eisini lóggeva samsvarandi okkara felags menniskjaligheit og virðum, heldur enn okkara ymiskleika.

 

- "Vit eru øll fødd fræls og javnlík. Vit hava øll okkara egnu hugsjónir og hugsanir. Vit áttu øll at verið viðfarin á sama hátt."

 

Soleiðis byrjar Heimsyvirlýsingin um mannarættindi frá 1948, og uppgávan hjá okkum er at endurskapa endamálið við hesum orðum, so tey hóska til skiftandi tíðir, sigur Amnesty International.