Biður sandingar koma heim

- Hevur tú hugsað um at koma heim? Tað spyrja tey á Sandoynni í jólaheilsu síni.

 

Nógv verður gjørt fyri at draga fólk til kommununa, og sandoyarfólk eru nú farin at nýta jólaheilsanina eisini. 

- Um fá ár hava vit tunnilin, tøla tey við í heilsanini og nevna, at longu nú eru onnur góð tilboð til íbúgvarnar, so sum barnagarðar, ið lata upp tíðliga fyri pendlarabørn.

 

- Og so alt tað, tú kennir og leingist eftir. Vøtn, strendur, hugnalig støð og kend fólk. Hugsa um tað. At koma heim, skriva fólkini handan lýsingina.

 

Ein lítil ávaring er tó at hóma, ein lítil áheitan um at gera skjótt av, um tú vilt flyta heim.

- Húsaprísirnir eru lágir, enn...