Arminia Bielefeld hevur tapt fyrsta dystin hetta kappingarárið. Tað stóð eftir, nú liðið við Jóan Símuni Edmundssyni á liðnum í kvøld var á vitjan hjá stórfelagnum, Hamburger SV.
Tað var Arminia Bielefeld, sum byrjaði dystin betur, men hóast tað var tað heimaliðið, sum legði seg á odda við 1-0 við einum heldur tilvildarligum máli frá Lewis Holtby longu í 9. minutti.
Tað eydnaðist ikki Jóan Símuni og teimum at svara aftur, og heldur var tað Pierre-Michel Lasogga, sum við tveimum málum síðstu løtuna syrgdi fyri 3-0-sigri til Hamburger SV.
Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin, og hann fekk eisini eitt gult kort.
Arminia Bielefeld er nú nummar 12 í 2. Bundesliga við fýra stigum fyri tríggjar dystir. Næsti dystur hjá Bielefeld verður á heimavølli leygardagin ímóti Jahn Regensburg.