Bilverkstaður
Magnus Gunnarsson
Eina tíð var Toyota verkstaður har, Bileftirlitið og FDM hava eisini verið har, umframt fleiri onnur. Síðan 1995 hava SP/F Rag-Vag, Bil og Dekkverkstaðurin v/ Ragnar P. Joensen og Vagnur Johannesen leigað bilverkstaðin.
Rag-Vag
Rag-Vag er ikki navnið á einum bólki sum spælir til undirhald, men er ein stytting av Ragnar og Vagnur, sum báðir eru úr Kollafirði. Teir gingu í barnaskúla saman og hava báðir drúgvar royndir innan bilstarvsgreinina. Ragnar er útlærdur bilsmiður, og byrjaði at læra á bilverkstaðnum á Statoilstøðini og arbeiddi nógv ár hjá Bilasøluni Norrønu, meðan Vagnur hevur sína útbúgving innan handil.
Stór dekksøla
Áðrenn bergholið millum Signabø og Kalbaksbotn varð tikið í brúk, fór øll ferðsla til og úr Havnini framvið støðini í Kollfjarðardali. Enn er tó nógv ferðsla tann vegin, og skjótt er at koyra frá rundkoyringini í Kollafirði til Statoilstøðina.
Dagliga arbeiða tríggir mans á verkstaðnum, har teir skifta olju, dekk og útstoyt, eins og arbeitt verður við róðurgreiðum og bremsum. Eisini hava teir eina stóra dekksølu, har teir selja fleiri sløg av dekkum, umframt at teir umboða Hankook dekkini, og selja dekk í heilsølu til bilverkstøð kring landið.
Selja meiri píkadekk
Hesa árstíðina hava teir úr at gera við at gera vetrardekkini klár. Tá vit spyrja um hvussu býti er millum píkadekk og lamelldekk, siga teir at sølan av píkadekkum liggur um eini 60% av samlaðu søluni av vetardekkum. Møguliga kemur tað av at kundarnir hjá teimum koyra meira millum bygdir, og tí heldur vilja hava píkar undir bilinum. Við at geva eina góða service hevur Bil og Dekkverkstaðurin nógvar fastar kundar sum hava lastbilar og bussar, umframt fleiri fyritøkur. Í fjør fóru teir sum nakað nýtt at selja Kreidler skootarar.