Á einum kommunalum vegi, har hámarksferðin er 30 kilometrar um tíman, vísir mátingin, at 85 prosent av bilunum koyra upp til 44 kilometrar um tíman. Á einum 50-strekki er sama talið 64 kilometrar um tíman.
Ætlanin vísir eisini, at 15 ferðsluóhapp vórðu skrásett í Sands kommunu frá 2014 til 2024.
Í ferðslutrygdarætlan hjá Sands kommunu verður serligur dentur nú lagdur á tryggari skúlavegir og betri umstøður hjá gangandi og súkklandi.











