Bilasølan vaks við einum fjórðingi

Sølan av nýggjum akførum vaks í fjør við einum fjórðingi í mun til 2011. Tilsamans 1.112 persónbilar vóru seldir í 2012 í mun til 867 bilar í 2011 - ein vøkstur upp á 28prosent. Sølan av vørubilum vaks við næstan 75 prosentum – frá 91 vørubilum í 2011 til 159 vørubilar í 2012. Citroën gjørdist í 2012 mest selda bilmerki í Føroyum við 225 nýggjum bilum. Á øðrum plássi kom Toyota við 214 bilum og á triðja plássi Ford við 117 bilum. Tilsamans vóru 1527 motorakfør seld í fjør, tað er ein vøkstur upp á góð 25 prosent.