Waag & Co. P/f, er einasta føroyska bilasølan, i ðhevur megnað at havt avlop av rakstrinum øll árini síðani 2006. Bilasølan hevur havt best úrslit í miðal hvørt ár og hevur vunnið stóran marknaðarpart.
Waag & Co. P/f hevur havt stóra framgongd seinastu árini, og marknaðarparturin hjá felagnum á føroyska bilmarknaðinum er tí vaksin og styrktur munandi seinastu árini.
Í 2006 átti Waag & Co. P/f 13 prosent av søluni av nýggjum bilum í Føroyum, men síðan hevur felagið tikið seg fram, og seinastu árini hevur marknaðarparturin hjá felagnum verið 25 prosent av søluni av nýggj- um bilum.
Tað vil siga, at fjóðri hvør nýggi bilur í Føroyum er ein bilur frá Waag & Co. P/f. Felagið hevur sostatt tvífaldað sín marknaðarpart eftir bert fáum árum síðani 2006.
Tá nógvir bilar verða seldir, so tryggjar ein bilasøla sær eisini ein størri eftirmarknað. Tað er søla av eykalutum, eykaútgerð og aðrar tænastuveitingar av ymiskum slagi. Hetta er við til at skapa størri tryggleika hjá bilasøluni, tá vøksturin av nýggjum bilum einaferð fer at minka aftur.
Keyptu Ivan Johansen Bilar
Tað var í juni mánað 2006, at Joen Pauli Waag, saman við øðrum keypti Ivan Johansen Bilar, og nýtt felag varð stovnað til endamálið.
Øll tey fyrstu árini var virksemið rikið undir navninum Ivan Johansen Bilar, men hetta navn varð skift út til Waag & Co. fyri trimum árum síðani í samband við, at nýggjur bygningur varð tikin í nýtslu, og nýggjur samleiki hjá bilasøluni varð avdúkaður.
Tá eitt vinnuvirki verður keypt, so krevur tað vanliga betri rakstur, enn fyritøkan hevði frammanundan, til tess at gjalda tann keypspening, fíggjaður er.
At felagið hevur nátt tí málsetningi settur var, og hevur tvífaldað sín marknaðarlut, hevur verið nógv viðvirkandi til, at Waag & Co. hevur verið tann føroyska bilasølan, ið hevur havt best fíggjarlig úrslit seinastu árini.
2014 gjørdist metár
Árið 2014 gjørdist metár hjá Waag & Co. Úrslitið áðrenn skatt var eitt avlop upp á 8 milljónir krónur, og tá skattur var goldin, var endaliga ársúrslitið 6,6 milljónir krónur.
Endaliga ársúrslitið eftir skatt í 2014 var 40 prosent betri enn í 2013, sum annars eisini var besta árið hiðartil hjá Waag & Co.
Leggja vit úrslitini hjá Waag & Co. saman síðan felagið byrjaði í 2006, so hevur felagið havt avlop á hvørjum ári, og samanlagt er vinningurin áðrenn skatt komin upp á 35,6 milljónir krónur, sum svarar til eitt meðalavlop upp á 4 milljónir krónur áðrenn skatt.
Tá skattur er goldin er samlaða avlopið í tíðarskeiðinum frá 2006 til 2014 komið upp á 29,3 milljónir krónur.
Rentuberandi skuldin hjá felagnum í dag er góðar 15 milljónir krónur, sum er 1,6 ferðir EBITDA.
Citroen selur best
Waag & Co. selur bilmerkini Citroen, Mitsubishi og Mercedes Benz, og her er tað serliga Citroen, ið stendur fyri størsta partinum av søluni hjá bilasøluni.
Taka vit allar átta føroysku bilasølurnar, so var tað Waag & Co., ið var tann einstaka bilasølan, ið seldi flestar bilar. Av teimum 1629 bilunum, ið vóru seldir í Føroyum í 2014, seldi bilasølan hjá Waag & Co. 419. Hetta svarar til 25,8 prosent av samlaðu bilasøluni í 2014.
61 prosent av seldu bilunum hjá Waag & Co. vóru av slagnum Citroen. 254 nýggir Citroen bilar koma á føroysku vegirnar í 2014. Hetta gjørdi eisini, at Citroen gjørdist næst best selda bilmerki í 2014 eftir Toyota, ið seldi 302 bilar. Afturat hesum seldi Waag & Co. 97 bilar av Mitsubishi og 68 Mercedes Benz bilar.
Vitanartilfeingi týdningarmikið
Eitt av kappingarøkjunum í dag er at hava góða tænastu og gott verkstað.
Hesa avbjóðing er Waag & Co. greiðir yvir, tí felagið upplýsir í roknskapi sínum, at felagið leggur stóran dent á, at starvsfólkini fylgja væl við í útbúgvingum og skeiðsætlanum hjá veitarum felagsins, til tess at tryggja at starvsfólkini eru væl fyri fakliga.
______________________________________________
Greining í Vinnuni í Sosialinum 25. september 2015/Eyðfinn Reyðberg