Bilførarar tiknir við kenning - og rúsevnum

- Og ein ferðamaður við flogfarinum er tikin við hassji uppi á sær

Í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra við kenning.

Annar varð tikin í Eysturoy og hin varð tikin í Havn. Teir vórðu báðir tiknir á hjólum, sum løgrelgan sigur, tað merkir, at teir vórðu tiknir, sum teir koyrdu.

 

- Tað var vanliga eftirlitið hjá løgregluni, sum steðgaði bilunum og kannaði bilførararnar, sigur løgreglan.

 

Umframt at hava kenning, var annar bilførarin eisini ávirkaður av øðrum rúsevnum, og tað vórðu eisini smærri nøgdir av rúsevnum funnin í bilinum.

 

Ein ferðamaður, sum kom í Vágar við flogfarinum hjá Atlantsflogi í gjár, varð somuleiðis tikin í tollinum við eini lítlari nøgd av hassji uppi á sær.

 

Hann er skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni, men varð annars leyslatin aftur.

 

Annars hevur tað verið friðarligt í býnum í nátt, tó at løgreglan altíð hevur úr at gera við ymsum viðurskiftum, eitt nú at hjálpa fólki, sum vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi.