Ein bilførari hevur nú fingið bót fyri at hava koyrt eina gentu yvir í einum gonguteigi. Samstundis má hann taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað.
Tað var ein seinnapart mitt í jólamánaðinum, at hann kom koyrandi eftir Hvítanesvegnum, oman ímóti Havnini.
Men ákærin segði, at tá ið hann nærkaðist gonguteiginum beint oman fyri studentaskúlan, ansaði hann ikki nóg væl eftir og koyrdi eina gentu yvir, sum var á veg tvørtur um vegin í gonguteiginum.
Gentan fekk nokk so harðan stoyt hendingini og bløddi í høvdinum. Hon varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hevði ikki fingið álvarsligt mein, skrivaði Vágaportalurin tá
Ákærin kravdi, at bilførarin skuldi missa koyrkortið, treytað. Tað merkir, at hann má upp til nýggja koyriroynd, bæði í teori og í koyring, annars missur hann koyrikortið. Og tað merkir eisini, at ger hann nakað álvarsligt lógarbrot aftur hesi næstu árini, missur hann koyrikortið lutfalsliga longri.
Bilførarin noktaði seg sekan. Hann greiddi Føroya Rætti frá, at tá ið hann nærkaðist gonguteiginum, sá hann at tríggjar gentur vóru á veg tvørtur um vegin.
Men hann metti, at hann var komin so nær gonguteiginum, at tær fóru at steðga á í oynni mitt á vegnum og bíða til hann var farin framvið.
Men tann eina gentan steðgaði ikki, tí helt fram tvørtur um vegin eftir gonguteiginum, og tískil rakti hann hana.
Men dómarin í Føroya Rætti helt, at tá ið bilførarin hevði varnast genturnar, átti hann eisini at havt steðgað og latið tær sloppið tvørtur um.
Sostatt hevur hann ikki verið nóg ansin og hann hevði ikki tryggjað, at tað var vandaleyst hjá gentunum at fara tvørtur um vegin.
Og fyri hetta fær bilførarin eina bót upp á 1500 krónur og áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, skal hann upp til nýggja koyriroynd, annars missur hann koyrikortið.
Men koyrir hann einaferð afturat hesi næstu trý árini, soleiðis, at hann verður dømdur at missa koyrikortið, verður revsingin fyri hetta brotið lagt afturat revsingini, hann fær tá og so missur hann koyrikortið longri.