Fyrrverandi forkvinnan í Ráðnum fyri ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, ger viðmerkingar til grein hjá Sámal M. Kristiansen samfelagsfrøði um ferðslutrygd. Sámal Matras Kristiansen segði í Sosialinum týsdagin, at føroyskt ferðslukjak er druknað í moralisering. Teknisk átøk skulu til, heldur hann. Men fyrrverandi forkvinnan í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, sigur í viðmerking í blaðnum mikudagin, at hetta bara er partvíst rætt.
Kanningar, sum normenn hava gjørt, vísa nevniliga, at bilførarin í flestu førum hevur ábyrgdina av ferðsluvanlukkuni. Hon vísir á eina greining av 226 deyðsvanlukkum á norsku vegunum í 2006, sum Statens vegvesen í Noregi legði fram í september í fjør.
Kanningin vísir, at í 75 prosentum av vanlukkunum, sum hendu á norsku vegunum í 2006, var tað vantandi førleiki hjá bilføraranum, sum var atvoldin til ferðsluvanlukkuna. Men rúsur, møði, feilur við bilinum og vánalig skelting vóru eisini viðvirkandi orsøkir til deyðsvanlukkurnar.
Sambært kanningini var ov høg ferð ein avgerandi orsøk til ferðsluvanlukkurnar.
Rúna vísir á, at tað tíverri ikki finnast hagtøl ella nágreiniligar kanningar av ferðsluvanlukkunum í Føroyum, men roknast kann við, at myndin er tann sama hjá okkum.
Hon sigur, at Sámal Matras Kristiansen hevur rætt í, at tað skulu teknisk átøk til, men leggur tí dent á, at moralurin hjá bilførarunum fer altíð at hava tann avgerandi týdningin fyri ferðslutrygdina.