Bíligar øl til alkoholikarar

- Tú kennir hann ivaleyst frá DR-sendingini "Rebellen fra Langeland" - maðurin við tí gráa skegginum, sum er leiðari fyri sosialpsykiatriini í Langeland.

30. mars kemur Ole Sørensen (Rebellurin) til Føroya. Hann fer at halda almennar fyrilestrar - 30. mars klokkan 19 í Miðhøll á Skúlatrøð í Klaksvík, 31. mars klokkan 19 í Perluni í Tórsgøtu í Havn - og 1. apríl á Læraraskúlanum í Havn fyri fakfólki klokkan 10.

 

- Tú kennir hann ivaleyst frá DR-sendingini "Rebellen fra Langeland", tann langhærdi maðurin við stórum gráum skeggi, sum er leiðari fyri sosialpsykiatriini í Langeland, men sum slett ikki líkist øðrum leiðarum á hesum øki. Sloganið hjá "Rebellinum" er at síggja menniskjað fram um diagnosuna - at relatiónin millum fólk er týdningarmiklari enn sjúkan í sær sjálvum.

 

Sinnisbati, sum stendur aftan fyri hetta tiltak, vísir á, at Ole Sørensen praktiserar tað, sum fólk rópa "ósiðbundnar viðgerðarhættir" í síni tilgongd til teir borgarar, sum hann arbeiðir við.

 

- Eitt nú hevur hann tikið menn við sinnisórógvi við á kanotúr í Svøriki, latið ein borgara búgva í tjaldi í havanum á viðgerðarheiminum í Langeland, tí ikki var pláss inni, og hann hevur tikið alkoholikarar við til Týsklands at keypa bílliga øl.

 

Sinnisbati vísir á, at nógv hava givið Ole Sørensen rós fyri sína tilgongd, sum sær út til at rigga. Onnur halda, at tilgongdin er ov kontroversiel. Sjálvur sigur hann, at tað gongur út upp á at uppbyggja sosialpsykiatriina til brúkarans besta.

 

- Ole Sørensen er eitt nú kendur fyri at arbeiða eftir modellinum "ASF", sum stendur fyri Almindelig Sund Fornuft. Hann meinar, at tað er fínt við professionellum og almennum skipanum rundan um borgaran, men tær røkka ikki langt uttan so, at ein innan rímilig mørk er pragmatiskur og til reiðar at lurta eftir, hvat borgarin hevur at siga um sína støðu, og síðan taka útgangsstøðið haðani, sigur Sinnisbati.