Bíligari at koyra skít enn at órógva eina grind

Grindalógin er populistisk og ósympatisk, sigur Jógvan Páll Lassen.

Jógvan Páll Lassen sigur, at Sea Shepherd nú verða revsaðir av populistiskum politikkarum, sum royndu at blíva afturvaldir við at herða revsingarnar í grindalógini.

 

- Tað kann aldrin vera rætt, at nakrir amatørar innan rættarpolitikk, sum av tilvild sita í vinnunevndini, skulu áseta eina bót upp á minimum 25.000 krónur fyri at órógva eina grind. Tað loysir seg altso betri at koyra skít á vegnum enn at vassa ov tíðliga út eftir eini grind, sigur Jógvan Páll Lassen.

 

Hann vísir á, at grindin hóast alt als ikki hevur sama samfelagsliga týdning í dag, sum hon hevði fyri nøkrum árum síðani.

- Grindin verður alsamt meiri ein delikatessa, sum vit eta til veitslur, brúdleyp og á ólavsøku. Í veruleikanum kostar tað so nógv at fara í grind, at tað man vera nakað av tí dýrasta, vit kunnu eta, sigur hann.

 

- Í gjár var valár og tí varð tað ov freistandi, ov lætt og ov populistiskt hjá ávísum politikkarum at leggja eftir hesum fólkunum, sigur Jógvan Páll Lassen, sum tó eisini viðmerkti, at einans ein av liminum í vinnunevndini varð afturvaldir í ár.