Bíligari at leiga summarhús í vetur

- Vit hava nøkur góð summarhús til leigu kring um í Sandoynni, og vit hava eisini summarhús til leigu í Skúvoy, sigur leiðarin á Visit Sandoy, Rúni Arge Mortensen.

 

At leiga summarhús er ikki so árstíðarbundið longur. Nú ferðast fólk alt árið í Føroyum.

At leiga summarhús er ikki so árstíðarbundið longur. Nú ferðast fólk alt árið í Føroyum.

 

Visit Sandoy umsitir nøkur góð summarhús í Sandoyar sýslu, sum í vetur kunnu leigast við einum avsláttri á 15 prosent - í tíðarskeiðnum frá 1. november 2021 til 28. februar 2022.

 

- Vit halda, at hetta er ein fínur møguleiki at leiga eini góð og hugnalig summarhús saman við familju, vinfólki ella bindiklubba.

 

Rúni Arge Mortensen, kunningarleiðari á Visit Sandoy, vísir á, at í sýsluni eru bæði matvøruhandlar, og her eru veitarar, sum eitt nú bjóða heimablídni.

 

- Vit hava nøkur góð summarhús til leigu kring um í Sandoynni, og vit hava eisini summarhús til leigu í Skúvoy. Bæði í Sandoynni og í Skúvoy eru veitarar við heimablídni, um fólk ynskja sær okkurt gott til matna, meðan tey vitja.

 

Tað er vakurt í sýsluni um heystið og um veturin, og umframt vøkru náttúruna, eru her ymiskir møguleikar at stytta sær stundir. 

 

- Er veðrið til vildar, kunnu kajakkir leigast til rógving á Sandsvatni, og her kann farast á vøtnini við sílatráðu. 

 

Kunningarleiðarin vísir á, at nógv søga er í oynni, og á Visit Sandoy vilja tey altíð vera góð í ráðum, tá fólk spyrja seg fyri um søgu og søvn.

 

Rúni Arge Mortensen sigur, at fólk, sum ætla sær í Sandoynna og Skúvoynna at vitja í vetur, eru altíð vælkomin at venda sær til Visit Sandoy við fyrispurningum um leigu og møguleikar í sýsluni annars.

 

At leiga summarhús er ikki so árstíðarbundið longur. Nú ferðast fólk alt árið í Føroyum.