Bíligari at liva í trimum bygdum í Vágum

Serliga hjá barnafamiljum verður tað bíligari at liva

Sandavágur við síni sermerktu kirkju

Nú tey, sum búgva í Miðvági, í Sandavági og í Vatnsoyrum, meiri at liva av. Tað er greitt, nú býráðið í Vága Kommunu hevur samtykt, bæði at lækka skattin. Men tey hava eisini samtykt at hækka barnafrádráttin, so tað eru serliga barnafamiljurnar, sum fáa ágóðan av hesum.

 

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri næsta ár, er inntøkan mett at verða 109.009.685 krónur og tað eru góðar 2,7 milliónir meir enn í ár.

 

Og nú hevur Býráðið samtykt at lækka skattin 0,25 prosent úr 22 prosentum, niður í 21,75 prosent. Harumframt verður barnafrádrátturin  hækkaður 1.000 krónur, úr 5.500 krónum upp í 6.500 krónur.

 

– Hetta fyri at lætta um hjá familjunum nú ógvusligu príshækkingarnar eru í samfelagnum, sigur býráðið í eini fráboðan í dag.

 

Býráðið metir at tað fer at kosta 99.546.418 krónur at reka Vága kommunu næsta ár, og tað er umleið 1,8 milliónir ella 1,9 prosent meiri enn í ár. Hækkingin stavar frá at ein serstova er skipað á dagstovnaøkinum og frá tí, at virksemið á barna- og ungdómsøkinum, er vaksið.  Løgurnar verða 33.901.564 krónur næsta ár.

 

– Fíggjarætlanin fyri 2023 hevur eitt hall upp á 24.438.297 krónur og skuldin hjá Vága kommunu verður sostatt 0,85 prosent av eini álikning.  Tað sum serliga tyngir fíggjarætlanina hjá Vága kommunu er, at 2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi, skal gerast liðugt. Eftir ætlan verður klárt at taka 2.byggistig í nýtslu næsta skúlaár.

 

Aðrar størri íløgur sum býráðið hevur sett fígging av til, er at byggja barnagarðin, Sóljugarð, í Sandavági, í út. Barnagarðurin verður 150 fermetrar størri og tað fer at bøta munandi um umstøðurnar hjá børnunum og starvsfólkunum í Sóljugarði.

 

Á tekniska økinum er fígging sett av til verkætlanina, Tvørgarður. Hetta er ein ógvuliga gomul verkætlan, sum er vegurin frá Tvørgarði norð á Rygg, sum verður ein tryggari farleið hjá børnum norðuri á Heiðum, og har um vegir, at koma inn á Giljanes í skúla, uttan at skula oman á landsvegin sum liggur ígjøgnum Miðvág. Henda verkætlanin fer at bøta munandi um ferðslutrygdina í bygdini.

 

Kirkjugarðurin í Miðvági skal dagførast og fríðkast, millum annað við ljósi, og kirkjugarðurin í Sandavági skal útbyggjast næsta ár. Í Vatnsoyrum verður ein nýggj útstykking prosjekta og gjørd klár at byggja á

 

Peningur er eisini settur av til miðstaðarøkið í Sandavági og í Miðvági, harímillum ljós til viðarlundina.

 

Á kommunalum bygningum skulu umleggingar gerast til grønar orkuloysnir og takið á Listastovuni verður skift, sum eisini kemur at bøta um á grøna økinum.

 

Aðrar íløgur á tekniska økinum eru, at ábøtur skulu gerast á bingjuplássini, umframt á havnir og lendingar -  og grótbrotið í Sandavági verður gjørt klárt til vinnuøki.

 

Sandavágur við síni sermerktu kirkju