Bíligari telefon og internet í Føroyum

Johan Dahl heldur at tað gongur ov seint at lækka prísirnar á telefon og interneti í Føroyum

 

Inernet og telefon eru ov dýr í Føroyum.

Tað ásannar Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Kristianna Winther Poulsen, sum sat á tingi eitt stutt skifti fyri Kára P. Højgaard, hevur spurt landsstýrismannin hvat hann ætlar at gera fyri at lækka prísirnar.

 

Johan Dahl er samdur við teimum sum halda, at teletænasturnar eru ov dýrar í Føroyum.

Men at arbeitt verður alsamt fyri at gera tað bíligari, sigur hann.

 

Hinvegin vil hann hava tað at ganga skjótari og hann heldur eisini, at meiri eigur at verða gjørt fyri at fáa prísin at lækka.

 

Hann staðfestir kortini, at tað hevur sínar orsøkir til, at tað er dýrari í Føroyum.

 

Føroyar liggja fjarskotnar og í løtuni eru tríggir sjókaðalar til føroyska fjarskiftissambandið við útheimin, og tað ein orsøk til, at tað er so dýrt.

Men tað er neyðugt at hava fleiri kaðalar, tí trygdin má vera í hásæti.

 

Ein onnur orsøk til at fjarskifti er dýrari í Føroyum, er eisini, at marknaðurin er so nógv minni enn í Danmark, og tí skulu færri til at rinda fyri tænastur og tær stóru íløgurnar, sum ein gó tænasta krevur.

Haraftrat kemur, at Føroyar eru eitt oyggjaland við fjøllum, firðum og sundum, og tí er tað dýrari at útbyggja eitt gott net, sum røkkur út í hvønn krók.

 

- Í Danmark kanst tú røkka túsundtals viðskiftafólkum við einari antennu, men tað ikki ber til í Føroyum, tí okkara land er øðrvísi.

 

Hann sigur, at ein trupulleiki kann vera, at eftirlitið við kervinum er ikki nøktandi og at Føroya Tele vinnur nógvan pening á hesum øki.

 

Men tað hevur ongantíð verið ætlanin at kervið skuldi rekast við vinningi fyri eyga, sigur landsstýrismaðurin.

 

Í fjør fór Fjarskiftiseftirlitið undir at styrkja eftirlitið við kervinum og úrslitið er, at prísurin á nøkrum kervistænastum er lækkaður munandi eftir avtalu við Føroya Tele.

 

Fjarskiftiseftirlitið væntar at prísurin á fleiri krevistænastum fer at lækka í framtíðini og tað fer at gera telefyritøkur betri førar fyri at kappast.

 

Er kappingin á tænastupartinum virkin, fer brúkarin at fáa ágóðan, sigur landsstýrismaðurin.

- Hendir hetta ikki, er neyðugt við ítøkiligum intrivum, leggur hann afturat.

 

Eitt slíkt inntriv kann vera at víðka heimildirnar hjá Fjarksiftiseftirlitinum til beinleiðis at áseta prísin á telefon og internetið til brúkaran.

 

- Men kemur tað hartil, kann spurnartekin setast við, um tað framhaldandi er rætt at hava ein frían marknað á fjarskiftisøkinum, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur eisini, Føroya Tele er í holt við eina útbyggingarætlan við tí endamáli at framtíðartryggja okkara fjarskifisnet, bæði innanoyggja og við útheimin.

Í ár er íløgukarmurin hjá Føroya Tele, 58 milliónir krónur.

 

- Skal Føroya Tele fíggja hesar íløgur, krevst ein góður rakstur, ið helst gevur so frægt yvirskot, at rúm er fyri at gera tær neyðugu útbyggingarnar, sigur Johan Dahl.

 

Hann leggur afturat, at ætlanin broyta lógina. Endamálið við tí er at byrgja fyri, at ein veitari misbrúkar eina ráðandi marknaðarstøðu, og at tryggja eina fría og javna atgongd til marknaðin.