Bill, børnini og tey samkyndu

 Langt um leingi hevur Bill funnið eina orsøk til at útihýsa teimum samkyndu

Heini í Skorini, lesandi





Undirritaði hevur í tveimum viðmerkingum í seinastuni ført fram, at broytingin um at skoyta seksuella orientering upp í anti-diskriminatiónsparagraffina, lúkar somu treytir, sum restin av paragraffini, tí eins og øll menniskju á fold hava eina rasu, húðarlit, nationalitet, etniskan uppruna og trúgv (núverandi nevndu eginleikar í paragraffini), er seksuell orientering eisini ein universellur eginleiki, sum umfatar alla mannaættina.

Bill fann grundgevingina
Men nú hevur Bill Justinussen, tingmaður Miðfloksins, í aftursvari til undirritaða langt um leingi funnið fram til eina spildurnýggja grundgeving fyri ikki at skoyta seksuella orientering upp í paragraffina. Ein ikki sørt original grundgeving, sum ikki hevur verið sjónlig fyrr í drúgva kjakinum, og sum er enn ein roynd at punktera pástandin um, at tey samkyndu hava rætt til minnilutaverju.
Bill sigur orðarætt, at »eg haldi ikki, at børn hava eina kynsliga orientering«, og niðurstøða hansara er síðani, at »tí hevði hendan lógargreinin, um hon varð sett í gildi, ikki umfatað børn, men vaksin. Og har haldi eg, at markið fyri lógarverju eigur at ganga, tá talan annars er um fólk á jøvnum føti«.

Spildurnýtt aldurskrav
Fyri tað fyrsta kunnu spurnartekin setast við pástandin um, at børn ikki hava eina seksuella orientering, men um vit nú góðtaka ivasama pástandin, kann undirritaði framvegis tvíhalda um, at seksuell orientering er ein universellur eginleiki, nevniliga tí hesin eginleikin FYRR ELLA SEINNI gerst partur av lívinum hjá ØLLUM menniskjum. Um børnini ikki HAVA eina seksuella orientering, fara tey um skamma stund í øllum førum at FÁA eina seksuella orientering. Eitt sera óítøkiligt mark, sum nú er altavgerandi í hugaheiminum hjá Bill.
Sambært honum er tað nú eitt krav, at ein eginleiki í eini paragraff, sum skal fyribyrgja diskriminatión og realisera mannarættindir, SKAL umfata børnini, »tí vaksin vanliga eru ment at verja seg sjálvi«.
Nei Bill, øll vaksin eru tíverri ikki altíð ment at verja seg sjálvi, og tað er als ikki nøkur trygd í sær sjálvum at vera vaksin. Tað verður heldur ikki altíð gjørdur munur á hesum í t. d. altjóða mannarættindasáttmálum. Sannleikin er, at tað als ikki bara eru børn, sum eru verjuleys, og tí skal samfelagið eisini taka ábyrgd, har vaksin ikki megna at standa ímóti samfelagsligum trýsti og órímiligari viðferð.

Burturforkláringar
Hava vaksin menniskju, sum verða hótt, háðað og niðurgjørd, knappliga ikki rætt til minnilutaverju, bert tí tey hava ein eginleika, sum børn ikki hava fingið enn? Sjálvandi hava tey tað. Eru eginleikar, sum ikki eru partur av barnalívinum, knappliga minni týdningarmiklir at verja móti diskriminatión? Sjálvandi eru teir ikki tað. Ella er hetta aldurskravið, sum Bill nú hevur lanserað, í veruleikanum bert ein roynd at burturforklára, hví summi eru so bebbarædd fyri at geva teimum samkyndu innivist í eini paragraff, hvørs einfalda endamál bert er at veita øllum borgarum somu umstøður og rættindir at liva og trívast í Føroyum? Møguliga er tað tað.

Selektivt demokrati
Tað tykist eftirhondini vera greitt, at hesar mongu grundgevingarnar frá nei-síðuni í málinum um tey samkyndu eru symptomir upp á eitt samfelag, sum ikki javnsetir allar borgarar. Eitt samfelag, sum ikki er fyri øll. Eitt samfelag, sum ikki viðurkennir fjølbroytni og ymiskleika. Eitt samfelag, sum ikki gongur altjóða mannarættindakrøvum á møti. Eitt samfelag, sum tvingar summi til at undirkasta seg øðrvísi treytir enn onnur. Eitt samfelag, sum áhaldandi vendir blinda eygað og deyva oyrað til ta sannroynd, at vit framvegis útihýsa menniskju, sum djúpast sæð eru eins og vit sjálvi.