Bill fegnaðist um moralin

B68 venjarin, Bill Jacobsen, var sjálvsagt ovurfegin, eftir at tað hevði eydnast at vinna tættu uppgerðina.

- Talan er um ógvuliga hart arbeiði. Ímóti EB/Streymi fingu vit mál ímóti okkum beinanvegin í báðum hálvleikunum. Tá megnaðu at at reisa okkum báðu ferðirnar og at vinna. Ímóti ÍF vóru vit við frá fyrsta bríksli og skoraðu beinanvegin í báðum hálvleikunum. Bæði mikukvøldið og ímóti ÍF megnaðu vit at standa ímóti øgiligum trýsti síðstu løtuna. Tað kann eg ikki rósa spælarunum nóg mikið fyri, staðfesti væl nøgdi Bill Jacobsen, meðan hann granskaði støðutalvuna:

- Tú røkkur ikki 24 stigum í trettan dystum bara upp á hepni!