Bill fegnast um skansan á Svangaskarði

B68 venjarin, Bill Jacobsen, var væl nøgdur við, at liðið hjá honum var so at siga komið upp á pláss aftur:

- Vit hava ikki tapt á Svangaskarði í ár, og vit ætla okkum ikki at tapa á heimavølli. Um vit halda okkum til gomlu vendingini, at full úrtøka á heimavølli og javnleikur á útivølli ber langt, so fer tað at eydnast okkum at vinna heiðursmerki. Men eingin skal ivast í, at vit ætla okkum øll stigini, tá ið vit næstu ferð fara at spæla í Runavík.

Serliga væl nøgdur var Bill Jacobsen við álopsspælaran Keita:

- Hann hevur ikki skorað fýra tær seinastu ferðirnar. Nú gjørdi hann rættuliga bart. Hann skoraði trý mál, hann syrgdi fyri, at vit fingu brotsspark, og hann arbeiddi framúr væl og var harvið støðu hóttan. Men eg vil fegin rósa øllum spælarunum fyri framúr avrik. Hetta var ein av góðu døgunum, og eg vóni, at niðurtúrurin nú er vendur til upptúr, helt B68 venjarin.