Løgreglan
Meldar tú ein pushara til løgregluna, so hevur tann ið meldar ikki verðins bestu treytir. Tann meldaði hevur nevniliga rætt til at fáa at vita, hvør hevur meldað viðkomandi. Og hvussu nógv tíma at enda í tí støðuni? Havandi í huga, at flest øll kenna onkran, sum er kriminellur uppá ein ella annan máta. Hvør tímir ella torir at melda ein vin, ein í familjuni ella ein sum stendur einum nær? Fyrst av øllum má tann sum meldar fáa betri treytir, so at fólk yvirhøvur tora at melda .
Læknar eru eisini pusharir
Læknar í Føroyum eru meir ella minni lógligir pusharir. Læknar útskriva heilivág sum t.d. ritalin fyri ADHD, morfin fyri pínu, stesolid móti angist og valium fyri nervar. Hesi evnini eru øll kend millum misnýtarar. Og við at lesa bókina hjá Grækaris Magnussen, har hann skrivar um tveir misnýtarar í Føroyum, greiðir tann eini misnýtarin frá, at hann er bundin av stesolid. Og hvar fær mann fatur á stesolid í Føroyum?
Hví ikki fara all in?
Eg veit, at favoritt syndirnar hjá Bill eru striptease, rúsdrekka og samkynd. Men hvat við at geva finningarløn til tey, sum finna t.d. pedofilar, skattasvikarar ella neyðtøkufólk?
Flest øll vita um okkurt konkret dømi, tá talan er um peningaligt svik, men tað sama er tíverri eisini galdandi fyri pedofili.
Seinasta dømið er há-aktuella bókin: “Sig at du lyver”, har eitt føroyskt konufólk greiðir frá samanrenningini millum samkomulív og pedofili í Føroyum. Her er talan so absolutt eisini um misnýtslu, og er tað misnýtslu Bill vil tálma, so er hetta eisini eitt øki, sum treingir til eina hjálpandi hond.
Stig fyri stig
Syrg fyri at geva tí ið meldar betri treytir, serliga um familja ella vinir eru involverað.
Syrg fyri at fáa eitt betri innlit í læknaviðurskiftini, tá talan er um resept heilivág.
Tá finningarløn skal latast. Lat tað so eisini vera galdandi fyri pedofilar, peningaligt svik og neyðtøkumenn. Høvdu tit gjørt tað, so hevði Bill kanska sloppið undan strip tease hjá Victoriu Wild, sum eisini varð misbrúkt.
Heldur enn at berjast móti rúsdrekka, so lær av amerikanska banninum og fylgjunum, sum tað fekk. Heldur enn at endurtaka fiaskoina í Amerika, so skalt tú heldur lækka prísin á rúsdrekka, tí so leingi rúsdrekka liggur í somu príslegu sum onnur sterkari ólóglig rúsevni, so fara tað at vera fólk, sum velja tann sterkara rúsin framum tann veikara.
HYPERLINK "mailto:hrgar@hotmail.com" hrgar@hotmail.com