Bill Gates í sonnum gávuhýri

Microsoft-grundleggjarin Bill Gates hevur latið 750 milliónir dollarar ella 4,2 milliardir krónur til bardagan ímóti lívshættisligum sjúkum í Afrika so sum HIV, malaria og tuberklum.

Hetta er nógv tann størsta einstaka gávan frá tí gávumilda ríkmanninum, sum hevur latið næstan fýra milliardir krónur til vælgerandi endamál tey seinastu tíggju árini.

-Við at veita stuðul kunnu vit viðvirka til at broyta framtíðina hjá teimum fátækastu londunum í heiminum, og eg dugi ikki at síggja nakað, sum hevur størri týdning enn tað, sigur Bill Gates. Hann vísir á, at malaria og tuberklar hava ikki fingið so nógva umrøðu sum HIV, men at stríðið ímóti teimum er líka týdningarmikið.