Tað hava verið góðar og ringar tíðir seinastu sjey árini. Hóast tað, hevur ABC-samgongan økt landskassans skuld við heilum tveimum milliardum, sum okkara børn skulu rinda aftur. Tey hava lánt upp á nakkan á okkara børnum fyri at sleppa undan at fremja sparingar í almenna húsarhaldinum. Tey hava ikki dugað at lagt til síðis í góðum tíðum fyri at halda ímóti í ringum tíðum. Niðurstøðan má vera, at tey hvørki í góðum ella ringum tíðum hava dugað at stýrt.
Tað skrivar Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum hevur verið andstøðuspolitikkari seinastu árini, í politiskari viðmerking. Hann finst aftur hvassliga at verandi samgonguni, sum hevur fingið lítið av skafti, sambært honum.
- Visjón 2015. Ólavsøkupakkin. Bústaðarpakkin. Fólkaskúlareformur. Kommunureformur. Fiskivinnureformur. Stjórnarskipan. EFTA- ella ES-limaskapur. Øll projektini eru miseydnað. Og allíkavæl ljóðar tað so vakurt og sannførandi, tá løgmaður triðja árið á rað á Ólavsøku rósar sær sjálvum og honum fyri hesi ætlaðu brøgdini, skrivar Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
- Onkursvegna tykist ríkisfelagsskapurin vera projektið yvir øllum hjá sitandi samgongu. Men hvat er hent? ONKI! Blokkurin er ikki hækkaður. Hann er ikki so mikið sum prístalsreguleraður, hóast høvuðspolitikkurin er at greiða frá teimum ólukkum, sum blokkskerjingin hevur elvt til. Megna okkara leiðarar onki? Hvat nyttar at fílast á uttan at venda gongdini?, spyr hann.
Valið nærkast, og hann heldur, at tað verður ein vanlukka fyri okkara land, um sitandi samgonga heldur fram.
- Har er eingin styrki at fremja loysnir. Tað er so hjálparleyst at sita við róðrið uttan at stýra. Vanlukkuligt at biðja um ábyrgd fyri síðani at krógva seg í rúgvuni. Seljandi smíl og snøgga slips løgmans megnar ikki at gjalda ovurstóru skuldina aftur. Heldur ikki at skapa nýggj arbeiðspláss. Emballaga er ikki nóg mikið, innihaldið er tað, sum umræður, skrivar Bill Justinussen, Miðflokkurin, í politiskari viðmerking.