- Eg setti hart ímóti hørðum, tí eg vildi hava, at Miðflokkurin fór í samgongu, kosta hvat tað vildi.
Bill Justinusssen, tingmaður fyri Miðflokkin váttar leyssøgurnar um, at tað var um reppið, at Miðflokkurin fór í tvíningar undir samráðingunum um nýggja samgongu.
Hann avdúkar, at undir samráðingunum um nýggja samgongu, vóru hann og hin tingmaður floksins, Jenis av Rana, sum eisini er floksformaður so ósamdir, at tað var um eitt hár at gera, at flokkurin skrædnaði av um miðjuna.
Lat meg siga tað soleiðis: Jenis av Rana er meiri sosialistiskur enn eg eri, tí eg eri rættiliga borgarliga sinnaður, staðfestir Bill Justinussen.
Hann sigur, at sum tað leið við samráðingum um samgongu, misti Jenis av Rana hugin meiri og meiri at fara í samgonguna.
- Ætlanin um flatan skatt smakkaði honum honum so illa, at hann hevði hug at pakka saman.
Hinvegin ásanni eg, at skatturin er so høgur, at vit eru í ferð við at skatta fólk av landinum og tað noyðast vit at gera nakað við.
- Tað er fyrst og fremst hetta, sum ætlanin við flatskatti snýr seg um.
- Men Miðflokkurin hevur ikki verið í samgongu síðani 2002, so eg setti hart ímóti hørðum og kravdi, at flokkurin fór upp í hesa samgonguna, sigur Bill Justinussen.
- Ta einu løtuni leikaði so hart á, at eg umhugsaði at fara upp í samgongu einsamallur, uttanum Miðflokkin
Tað endaði so við, at Jenis av Rana boygdi seg og Miðflokkurin endaði í samgonguni.
Bill Justinussen ivast ikki í, at hetta er ein avgerð, flokkurin mangan fer at angra.
- Men eg ivist heldur ikki í, at fóru vit í andstøðu, høvdu vit eisini mangan angrað tað.
Reiðiliga spentur
Bill Justinussen dylir heldur ikki fyri, at hann hevði avgjørt hug til at taka við sum landssýrismaður í heilsumálum.
Tað er eitt starv, hann áður hevur røkt.
- Eg var reiðiliga spentur upp á at sleppa aftur í landsstýrið, staðfestir hann.
Men flokkurin valdi ístaðin Karsten Hansen til landsstýrismann og Bill Justinussen sigur, at tað boyggir hann seg fyri.
- Vit hava eina demokratiska skipan í flokkinum og eftir endin varð, at Karsten Hansen varð valdur í landsstýrið og tað noyðist eg at góðtaka.
Tað leyp í eyguni á nógvum, at tú vart ikki til móttøkuna í Tinganesi, tá ið nýggja Landsstýrið varð valt?
- Nei, tað var eg ikki. Men tað var ikki tí, at eg var firtin. Orsøkin var tann einfalda, at eg var í grind. Men um kvøldið koyrdi eg mær ein túr til Klaksvík at fáa mær ein kaffimunn frá Karsten Hansen, so har er als ongin illstøða.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Jenis av Rana, áðrenn blaðið fór til prentingar, men mánadagin segði hann við Dimmalætting, at Miðflokkurin mundi skrædna tí at hann ætlaði at taka seg úr samráðingunum um samgongu, men at hann fekk ikki semju um tað innanfloks.
Tí mátti hann góðtaka at fara í samgongu fyri at bjarga flokkinum, ásannaði hann.
Les eisini greinina: Vit skulu ikki longur út eftir etisku glíðibreytini.