Billard-FM á páskum

Billard: Føroyameistarakappingin í billard fyri einstaklingar verður í Havn á páskum. Tilsamans 12 spælarar eru við, og spælt verður í Havnar Klubba, har innleiðandi umfarið verður skírisdag og langafríggjadag, báðar dagar frá klokkan 14. Spælt verður í trimum bólkum og tveir teir bestu í hvørjum bólki koma í finaluumfarið, sum verður spælt páskaaftan.
Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag er føroyameistari, so hann skal royna at verja heitið í kapping við hinar 11, sum nú bjóða av. Hinir spælararnir eru Hallur Joensen, Sonhard Johannesen, Torkil Jacobsen og Allan Larsen úr Klaksvíkar Billardfelag, Niels Nielsen, Jógvan Jørgensen og Gunnleif Danielsen úr Havnar Klubba, Steinbjørn í Dali og Jan Müller úr Mimi, og Max Rasmussen og Gullok Svalbard úr Tvøroyrar Billardfelag.