Bilmekanikarar á skúlabeinki

Á bilverkstaðnum hjá Reyni Service í Havn hava sveinar og lærlingar lagt frá sær topplyklar og skrúvubløð - og hava í staðin tikin penn og pappír fram.

Tað er so við nýggju bilatøknini, at um menn javnan dagføra vitanina, so fáa teir ikki umvælt bilarnar. Í hesum døgum er umboð fyri Toyota í Danmark og greiðir mekanikarunum hjá Reyni Service frá nýggju tøknini innan eitt nú tann nýggja Toyota Yaris, sum fyri kortum kom á marknaðin. Hvørja ferð nýtt snið kemur á marknaðin, er okkurt nýtt á tøkniliga økinum - og tí vitja umboð frá Toyota í Danmark umleið eina ferð um árið Reyni Service, sigur Eivindur av Reyni, stjóri