Sendingin Bilradio á Rás2 verður send í dag kl. 13 við fleiri innsløgum um bilar og ferðslu Bilradio vitjaði eina uppboðssølu av brúktum bilum hjá Berg Motors á Hálsi í Havn. Í hesum sambandi tosa vit við Bjørn á Heygum, advokat, sum var uppboðshaldari.
Vit hoyra um eina bilfyritøku í Havn, sum bjóðar nýggjar tænastur til fyritøkur og stovnar, og vitja á eini bilasølu í Reykjavík.
Í bilíðindunum hoyra vit um at mest framkomni el-bilurin hjá Mitsubishi skal royndarkoyrast í Íslandi. Vertur á sendingini er Magnus Gunnarsson.