- Tað kom eitt sindur óvart á okkum, at tey eldru í Havnini hava tað so gott, sum tey hava tað.
Tað sigur Hans Jacob Hermansen er formaður í eldraráðnum.
Eldraráðið hevur gjørt eina kanning um støðuna hjá teimum eldru í Tórshavnar kommunu, teimum ímillum 60-75 ára gomlu.
Les eisini: Tey flestu eru vælnøgd og glað
Men her skal leggjast afturat, at talan um eina Tørvs- og trivnaðarkanning av 60 til 75 ára gomlum fólki í Tórshavnar Kommunu, sum ikki hava tørv á røktarheimi. Men kortini er formaðurin í Eldraráðnum eitt sindur bilsin av, hvussu væl tey liva.
Kanningin varð løgd fram nú ein dagin og hon vísir, at nógv av teimum eldru í Havn liva væl og hava tað gott, bæði kropsliga og sálarliga.
Sambært kanningini føla 35 prosent seg heilt væl og geva sær sjálvum fult stigatal í kanningini. Hini 65 prosentini geva sær sjálvum færri stig, men í miðal geva tey sær 5,7 av sjey møguligum stigum.
Meiri enn helvtin av teimum, halda seg liva í fullkomnari, sálarligari javnvág, og hjá hinum 49 prosentunum er tað okkurt smávegis, sum haltar. Men í miðal fær sálarliga heilsan 6,3 av sjey møguligum stigum.
Ein greið niðurstøða í kanningini er, at fólk ímillum 60 og 75 ár í Tórshavnar Kommunu, hava tað gott, uttan mun til kyn og aldur.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hans Jacob Hermansen greiða frá hvat hann hevði væntað av kanningini, og, hvat hann heldur, kundi verðið gjørt afturat.