Bilur fór út av vegnum

Hóskvøldið um hálvgum átta tíðina fór ein bilur niðan av vegnum í Hósvík. Alt bendi á, at førarin misti tamarhaldið á bilinum, sum so fór av vegnum. Bilurin var á veg suðureftir, tá óhappið hendi. Ongin fólkaskaði var, og løgreglan sigur, at bilurin fekk heldur ikki so stóran skaða.