Bilur fastur í Hósvík

Vakthavandi sigur, at hóast líkindini vóru ringast við Norðskálatunnilin og Millum Fjarða, so vóru stórar fannir á vegnum frá Hósvík og allanvegin norðureftir.
Politiið fekk seint jólaaftan eina fráboðan frá Landsverk um, at teir høvdu grivið seg framá ein bil, ið stóð fastur í kavanum í Hósvík. Eisini á Langasandi varð ein bilur funnin. Vakthavndi sigur, at tað koma ógvuliga nógvar fráboðanir um bilar, ið stóu fastir á hesum strekkinum, og at teir tí um 01 tíðina jólanátt góvu boð um, at tað ikki mátti koyrast eftir landsvegunum, uttan tað var bráðneyðugt.