Bilur frá Olsen-Banden filmum til sølu

Ein sølulýsing, ið vakti ans, kom í vikuni í Den Blå Avis.

Talan er um bil, sum hevur verið brúktur í kendu donsku Olsen-banden filmunum. Jú, talan er nevniliga um kenda Chevrolet Bel Air, bensin,  frá 1959.

Meria enn tann eini bilurin hava verið við í filmunum um Olsen-Banden, men hesin er tann seinasti filmsbilurin, sum er til. Hann hevur verið við í Olsen-Banden nummar 8,9,10,11,12 og 13.

Les eisini: Hevur keypt originala bilin hjá Olsen Banden

Talan er um serstaka danska ella norðurlendska filmssøgu, ið knýtt er at bilinum. Og tí er  bilurin ikki bíligur at ogna sær.

Eigarin, sum ognaðu sær bilin í 2016, hevur sett hann í stand, men tó er hann í uppruna standi, sum í filmunum, við teim buglum, ið hoyra til.

Eigarin hugsar sær ein keypsprís áljóðandi 2.200.000 krónur.

 

Meira sæst um bil her:

https://www.tv2east.dk/vordingborg/ikonisk-bil-fra-olsen-banden-sat-til-salg-paa?utm_content=buffer0d281&utm_medium=social&utm_source=facebook.com&utm_campaign=buffer&fbclid=IwAR1stO2i64WDh35J-31nwVfSvecOgumlecdPVGMlct3Tldg3ITwQAeLLDJE