Bilur rendi gongufólk í Seoul: Í minsta lagi níggju deyð

SEOUL: Í minsta lagi níggju fólk eru deyð, eftir at ein bilur mánadagin rendi á gongufólk á einum vegamóti í miðbýnum í Seoul, høvuðsstaðnum í Suðurkorea.

Løgreglan og bjargingarfólk í miðbýum í Soul, eftir at ein bilur hevur koyrt á fólk til gongu. - Foto: Kim Hong-Ji/Reuters

Sambært tíðindastovuni Yonhap hevur suðurkoreanska løgreglan boðað frá hesum.

 

Seks vórðu staðfest deyð á staðnum og trý vórðu flutt á sjúkrahús og seinni staðfest deyð.

 

Fýra eru særd. Trý teirra eru í lívsvanda, hava myndugleikarnir upplýst.

 

Førarin á bilinum var eftir øllum at døma ein 68 ára gamal maður.

 

Yonhap nevnir hendingina sum eina vanlukku. Ongar fráboðanir eru um orsøkina til hendingina, sum sambært løgregluni fór fram klokkan 21:27.

 

Maðurin varð handtikin á staðnum og fluttur á sjúkrahúsið, skrivar Yonhap.

 

/ritzau/

 

Løgreglan og bjargingarfólk í miðbýum í Soul, eftir at ein bilur hevur koyrt á fólk til gongu. - Foto: Kim Hong-Ji/Reuters