Stutt fyri klokkan hálvgum fimm seinnapartin í gjár fekk alarmsentralurin boð um, at ein bilur var farin á sjógv í bátahylinum undir Tvørabakka á Tvøroyri, og at ein maður fleyt lívleysur á sjónum.
Tað skrivar Suðurrás.
Løgreglan og sjúkrabilurin vóru skjótir á staðnum, og varð maðurin fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús og síðani víðari á Landssjúkrahúsið.
Suðuroyarportalurin skrivar, at maðurin var sloppin úr bilinum í sjónum.
Tá menn komu til hjálpar, fleyt maðurin lívleysur í sjónum. Menn á landi gjørdu skjótt av og fingu lívleysa mannin til lands, og á landi gjørdi teir so alt tað, ið gerast skal í slíkari støðu, sigur løgregluovastin í Suðuroynni, Jaspur Vang, við Suðurrás.