Leygarkvøldið var ein bilur stolin í Fuglafirði, og sunnudagin fann løgreglan bilin í Havn. Tá hevði bilurin fingið skaða.
Løgreglan í Runavík sigur, at leygarkvøldið var innbrot í ein matvøruhandil í Fuglafirðið, men einki varð stolið. Seinni var bilurin stolin, og løgreglan avvísir ikki, at samband er millum tilburðirnar.
Leygarkvøldið fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein bilur hevði rent á Tórshøll, men bilurin varð rýmdur á staðnum. Sunnudagin kom løgreglan fram á bilin, og talan var um tann bilin, sum var stolin í Fuglafirði leygarkvøldið.
Bilurin hevði fingið skaða, og løgreglan sigur, at hon hevur góð spor at ganga eftir í royndini at finna tann seka. Løgreglan í Runavík segði seg mánadagin vera komin so langt við málinum, at tað væntaði eina skjóta uppkláring og at finna tann seka.