Bilur stolin í Havn

Tað endaði við, at eigarin fekk bót

Ein bileigari ringdi til løgregluna gjáramorgunin, tí at bilur hansara var horvin í miðbýnym í Havn. Men tað gekk bara ein lítil løta, so var bilurin funnin aftur í øllum góðum og óskaddur í Vesturbýnum í Havn.

Men tað endaði við, at eigarin fekk bót, tí at hann hevði latið lykilin staðið í bilinum, og tað er ikki loyvt.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.

Ein brævbjálvi við einari størri peningaupphædd, sum varð funnin í Jysk, kom inn á politistøðina í Havn 13. desember. Politiið segði, at eigarin kundi ringja á tlf. 35 14 48. 

– Týdningarmikið er, at tú upplýsir, hvat stendur á brævbjálvanum og hvussu nógvir pengar eru í honum, skrivaði løgreglan á Facebook herfyri.

Og tvey fólk hava ringt, sigur vakthavandi á polititstøðini. Annar spurdi um eitt ávíst stóð á brævbjálvanum og staðfesti, at so var tað ikki hansara. Ein annar hevur ringt og sagt, hvat stóð á, so tað er staðfest, hvør eigur pegarnar, sigur vakthavandi, men eigarin hevur ikki verið eftir brævbjálvanum enn.