Jóan Petur Clementsen byrjaði at smíða bátar, tá hann var liðugur í fólkaskúlanum. Hetta var síðst í sjeytiárunum, og hann hevur smíðað og umvælt føroyskar bátar síðani.
Pápi hansara, Marius Clementsen, er eisini bátasmiður, hann lærdi hjá Hans Kristoffur Hansen í Miðvági.
Jóan Petur Clementsen plagdi at hjálpa pápa sínum, tá hann smíðaði bátar, og fekk tí sjálvur áhuga í at gerast bátasmiður.
– Eg ætlaði kanska at læra innan maskinur, men eg haldi at hetta er meira avbjóðandi, tí tú mást hugsa nógv sjálvur tá tú smíðar bátar.
##med2##
Jóan Petur Clementsen hevur tí tikið við lærdómi frá teimum, sum vóru undan honum, og tá Marius Clementsen smíðaði bátar, legði hann seg eftir at gera tingini væl, og tað hevur eisini týdning, tá Jóan Petur Clementsen smíðar bátar.
– Sum bátasmiður tekur tú við teimum, sum hava verið áðrenn, og roynir at byggja upp á tað. Eg haldi meg til mátan, sum pápi gjørdi, og hansara bátar vóru væl dámdir.
Í dag er langt ímillum, at Jóan Petur Clementsen smíðar nýggjar bátar. Seinasti báturin hann bygdi var fyri tveimum árum síðani, og áðrenn tað smíðaði hann bát í 2019, hetta var eitt 7 mannafar.
Øðrvísi var tá Jóan Petur Clementsen byrjaði at smíða bátar, tí tá vóru nógvir nýggir bátar smíðaðir. Hetta broyttist síðst í áttatiárunum, tá glastrevjabátarnir komu. Tá minkaði eftirspurningurin eftir føroyska bátinum nógv.
– Undir kreppuni í nítiárunum var svangligt. Hetta hevur verið ógvuliga óstøðugt arbeiði. Føroyski báturin er langt síðani vrakaður av føroyingum, alt skal vera skjótt og lætt í dag, og tí hava vit bara glastrevjabátar.
##med3##
Í dag arbeiðir Jóan Petur Clementsen næstan bara við umvælingum. Og tað eru nógvar umvælingar at gera. Um summarið verður arbeitt úti, og um heystið og veturin tekur hann bátar inn á bátasmiðjuna hjá sær. Í løtuni umvælir hann bátin Kallanes. Kallanes er úr Svínoy, og er ein søguligur bátur. Hann var bygdur í 1945 og hevur verið nógv brúktur, millum annað í Grønlandi við skonartini Polo.
– Tað sum er skift nú er eitt sindur vánaligt, men annars er skrokkurin heilt góður. Í neðra havi eg ikki funnið nakað rot.
Jóan Petur Clementsen er ikki bjartskygdur um framtíðina hjá føroyska bátinum og handverkinum, men hann væntar kortini, at onkur fer at halda lív í tí, so at tað ikki doyr heilt út.
Tað er bert komið einaferð fyri, at onkur hevur víst áhuga at gerast lærlingur hjá Jóan Petur Clementsen, men hesum var ikki møguleiki fyri, tí tað er kostnaðarmikið at hava lærling, og arbeiði er óstøðugt.
##med4##
Onkur bátur er smíðaður at brúka í ferðavinnuni, og sjálvur hevur Jóan Petur Clementsen verið onkrar túrar við ferðafólki. Føroyski báturin egnar seg væl til slíka sigling, tí um siglt verður spakuliga, og væl frá landi verður fuglalívið ikki skaðað.
– Eftir mínari áskoðan eru bjørgini eitt náttúrureservat hjá fugli um summarið. Vit eiga at taka atlit til náttúruna, tí tá hon er farin hava vit mist nógv.
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##

















