Bilurin framvegis horvin

Grøni Toyoyta Corolla bilurin, sum ein maður eftirlýsti í gjár, er framvegis ikki aftur í aftur komin, sigur løgreglan.

 

Bilurin, sum hevur nummarplátuna RJ139, ein grønur Toyota Corolla frá 2000, hvarv úr túninum hjá eigaranum í Runavík um trýtíðina seinnapartin í gjár.

 

Nakrar tímar seinni, um hálvgum sekstíðina, er hann sæddur millum Fjarða, millum avkoyringarnar til Oyndarfjørð og Funningsfjørð, á veg vestur eftir, tað vil siga, móti Norðskálatunlinum. 

 

Løgreglan sigur, at onkur helt seg hava sæð bilin í Havn í gjárkvøldið, men tá løgreglan kom á staðið var eingin bilur at síggja.

 

Løgreglan vil tí framvegis fegin hoyra frá fólki, sum halda seg hava sæð bilin.